Nú er tað váttað: Ronaldo er liðugur í United

Báðir partar eru samdir um at slíta samstarvið, sigur felagið

Nú er tað váttað: Christiano Ronaldo spælir ongan dyst aftur fyri Manchester United og hann er nú farin úr felagnum.

 

Tað boðar felagið frá í eini almennari fráboðan í dag. Og tey siga eisini, at báðir partar eru samdir um at slíta samstarvið. Samstundis takka tey honum fyri avrikini, har hann tilsamans hevur skotið 145 mál fyri felagið í 346 dystum.

 

Avgerðin er tikin eftir eina samrøðu hann hevur havt við ein blaðmann, og sum vakti ans um allan heim. Har segði hann, at hann hevði onga virðing fyri venjaranum tí hann føldi ikki, at venjarin hevði virðing fyri honum.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at hann elvir til trupulleikar. Í einum dysti noktaði hann at fara í vøllin og eina aðru ferð, hann sat á beinkinum, rýmdi hann áðrenn dysturin var liðugur.

 

Hann hevði sáttmála við United til næsta summar, men nú er samstarvið slitið.