Nú er Undrið FF á bronsuplássi

1. DEILD: Tá ið tað restaði eitt korter í Runavík, vendu gestirnir hóttandi tapi til sigur

Mynd: Undrið FF

Tað sær heilt spennandi út hjá venjaranum Hegga Samuelsen og Undrið FF. Uppflytararnir vunnu í kvøld fyri triðju ferð á rað, og 3-2 sigurin á útivølli ímóti NSÍ ber við sær, at Undrið FF nú er á bronsuplássi.

 

Inntil tað restaðu 18 minuttir, var NSÍ frammanfyri 2-1. So skoraði Undrið FF tvey mál í fimm minuttir. Innskifti Martin Hjaltalin Dam, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, javnaði til 2-2. Hetta var sambært faroesoccer.com fyrsta málið hjá Martini í næstbestu deildini, síðani hann í 2019 spældi við HB og skoraði trý mál í 1. deild. 3-2 sigursmálið skoraði Rói av Fløtum við brotssparki. Hetta var fimta málið hjá Róa av Fløtum í næstbestu deildini í ár.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað Bjarni Brimnes, sum legði Undrið FF á odda 1-0. Hetta var annað málið hjá honum á besta liðnum í ár. Tað fyrra skoraði hann, tá ið Undrið FF á jóansøku vann 3-2 á útivølli ímóti HB.

 

Meinhard Fríðálvur Janusarson javnaði til 1-1 í 27. minutti, og tíggju minuttir eftir steðgin var hann aftur upp á spæl og so var 2-1. Meinhard Fríðálvur Janusarson hevur nú skorað trý mál í næstbestu deildini í ár.

 

NSÍ leiðlsan helt í eitt stórt korter, so var tað Undrið FF svaraði aftur og skoraði tvey mál og við sigrinum lyfti seg fram á bronsuplássið. NSÍ er næstaftast við átta stigum.

 

-

 

TB141202411436
ÍF141031311333
Undrið FF15825252226
15816412625
Víkingur14734362424
B7114734241724
HB14518273016
B36143110183510
NSÍ14221015518
07 Vestur14021211372

 

-

 

Fríggjadagin 1. juli

 

07 Vestur – B36: Bjarki Danielsen – útsettur

 

HB – TB: Rúni Olsen kl.  18.30

 

 

 

 

 

Mynd: Undrið FF