Nú eru 42.067 akfør í Føroyum

Sambært hagtølum hjá Akstovuni, so er afturgongdin í bilasøluni hæsað av

Enn einaferð er talan um afturgongd í bila­søluni. Men sambært hag­tølu­num hjá Akstovuni, so er aft­ur­gongdin í skrásetingini av nýggj­um akførum mink­að nógv – so nógv, at nú er afturgongdin tveir teir fyrstu mán­að­irnar í ár bara 5 akfør í mun til sama tíð­ar­skeið í fjør. Í pro­s­entum er tað bara 3,2 prosent í afturgongd. Taka vit bara februarmánað, so er talan um framgongd. Tí í februar í ár eru seld 105 nýggj akfør í mun til 93 í februar í fjør.

Tá Akstovan um mánaðarskiftið gjørdi tølini upp, vóru 42.067 akfør skrásett í Føroyum.

 

Niðanfyri sæst yvirlitið yvir øll akfør í Føroyum:

 

##med2##