Onglendingar gloyma ongantíð hetjurnar, ið vunnu einasta HM-heitið Ongland hevur vunnið.
Hetta hendi tá HM-endaspælið var í Onglandi á sumri í 1966.
Nú eru bert tveir leikarar eftir á lívi, ið vunnu HM-finaluna á Wembley leikvøllinum í London í 1966. Í finaluni vann Ongland 4-2 á Vesturtýsklandi aftaná longda leiktíð.
Ígjár bórust deyðsboðini av George Cohen, ið var høgri bakkur á HM-vinnandi liðnum hjá Onglandi. George Cohen gjørdist 83 ára gamal.
George Cohen spældi 37 landsdystir fyri Ongland millum 1964 og 1967. Millum 1956 og 1969 spældi George Cohen 459 dystir og skoraði seks mál fyri Fulham. Hann spældi ikki yrkisfótbólt við nøkrum øðrum liði, og er millum størstu legendurnar í søguni hjá Fulham.
Tað ótrúliga var, at George Cohen vann bara eitt heiti sum fótbóltsleikari, og tað var tað størsta av øllum: HM-gull.
Teir einastu sum eru eftir á lívi eru 85 ára gamli Bobby Charlton, og 81 ára gamli Geoff Hurst sum skoraði hattrick í HM-finaluni á Wembley 30. juli í 1966.
Hesir leiktu HM-finaluna fyri Ongland í 1966:
Málverji:
Gordon Banks, 1937 - 2019
Verjuleikarar:
George Cohen, 1939 - 2022
Bobby Moore, 1941 - 1993
Jack Charlton, 1935 - 2020
Ray Wilson, 1934 - 2018
Miðvallarar:
Nobby Stiles, 1942 - 2020
Alan Ball, 1945 - 2007
Martin Peters, 1943 - 2019
Áleyparar:
Bobby Charlton, 1937
Geoff Hurst, 1941
Roger Hunt, 1938 - 2021