Tórshavnar Býráð hevur nú sett vakmyndatól upp ymsastaðni í Havn.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, fyri in.fo
Men hann vil hvørki siga hvussu nógv tey eru, ella hvar tey eru sett upp.
Tað var eftir, at standmyndir í Havn hjá íslendsku listakvinnuni, Steinunn Tórarinsdóttir, høvdu verið fyri herverki, at bikarið fleyt yvir hjá Tórshavnar Býráðið.
Í hesum sambandi fekk Tórshavnar býráð loyvi frá Dátueftirlitinum at seta vakmyndatól upp á ávísum støðum.
- Tað kann ikki bera til, at okkara felags ognir ikki fáa frið, og tá ið herverk eisini verður framt á tað, sum býurin hevur í varðveitslu frá øðrum, kann tað vera nóg mikið, ljóðaði grundgevingin hjá borgarstjóranum, tá ið loyvið frá Dátueftirlitinum var fingið til vega.
Hann segði, at kommunan hevði fingið loyvi til at seta vakmyndatól upp við standmyndirnar, sum eru ymsastaðni í býnum.
- Endamálið er at fyribyrgja og uppklára lógarbrot og talan er um eina fyribils skipan, sum varar til 25. august og tá skal skipanin eftirmetast.
Borgarstjórin sigur, at nú eru vakmyndatólini sett upp ymsastaðni í Havn.
Men hann vil hvørki siga, hvar tey eru sett upp, ella, hvussu mong tey eru
- Vit fara ikki at siga, hvar tey eru, tí so verða tey skrødd niður alt fyri eitt.
Ert tað ikki nettupp ætlanin, at fólk skulu vita um slík vakmyndatól, at fyribyrgja herverki?.
- Nei, fólk skulu ikki vita, hvar tey eru, men tey eru á ávísum økjum, sum kommunan varar av, leggur Heðin Mortensen dent á
Hann sigur, at talan er um eina sjálvvirkandi skipan.
Ongin sær myndirnar og tað er ikki fyrrenn nakað revsivert er staðfest, at løgreglan hevur loyvi at síggja upptøkurnar sum eitt lið at uppklára eitt lógarbrot
- Tað er ótrúliga keðiligt at skula noyðast at brúka tílíkar skipanir. Men endamálið er at fyribyrgja herverki, sum hava verið alt ov nógv í tali í seinastuni, sigur Heðin Mortensen.
Á Dátueftirlitinum fæst einki svar. Har tekur eingin telefonina. Tað einasta, ið ljóðar í horninum, er ein automatiskur telefonsvarari, sum boðar frá á enskum, at eingin er at taka telefonina.