Nú eru vit komin á pínumarkið

– Vanlig fólk fáa slett ikki fylgt við longur, sigur býráðslimur í Havn

Savnsmynd

– Vanlig fólk fáa slett ikki fylgt við longur, og tí mugu vit fáa prísin niður. Tað helt Ruth Vang, býráðslimur fyri Framsókn. Á seinasta fundi skifti býráðslimir í Havn orð um bústaðarprísir. Í hesum sambandi helt Ruth Vang, at nú er tað so dýrt at fáa tak yvir høvdið, at hjá vanligum fólki eru vit komin á pínumarkið. Prísirnir hækka alsamt og nú fáa vanlig fólk ikki fylgt við longur, legði hon afturat.

 

Hon vísir á, at nú er miðalprísurin á einum sethúsum í Tórshavnar kommununi næstan 3,5 milliónir og har kunnu fólk við vanligum inntøkum als ikki vera við, uttan so at tey eiga pengar frammanundan.

 

– Og hjá teimum, sum skulu seta føtur undir egið borð við einari inntøku, er støðan enn verri, fyri ikki at siga vónleys, leggur hon afturat.

 

Sjálv heldur hon, at pínumarkið liggur á einum prísi, sum er undir tríggjar milliónir. Men sum støðan er nú, at útboðið av bústøðum, sum kosta undir tríggjar milliónir, sera avmarkað og tí fæst lutfalsliga lítið fyri pengarnar.

 

– Spurningurin er, um ikki hesi, sum frammanundan eru trýst av prísinum, fáa enn minni fyri pengarnar, sammett við tey, sum hava ráð at keypa dýrari. Hon sigur, at hon hevur kannað øll hús, og allar íbúðir, sum eru til sølu og har hevur hon roknað seg fram til, at íbúðirnar kosta einar 30.000 krónur fyri hvønn fermetur, men sethús kosta einar 20.000 krónur fyri fermeturin. Tað tekur hon sum eitt dømi um, at pínumarkoð hjá vanligum fólki liggur um tríggjar milliónir. Tað hava fólk ráð til og har eru nógv um boðið – men í roynd og veru fáa tey nógv minni fyri pengarnar enn tey fáa, sum keypa eini sethús, sum kosta meiri.

 

– Tí eigur Tórshavnar Kommuna at bera so í bandi, at vanlig fólk eisini fáa ráð at fáa sær tak yvir høvdið. Tey, sum hava pengar á kistubotninum skulu nokk klára seg, so tað er óneyðugt, at kommunan hjálpir teimum, sigur hon.

 

Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin nevndi sum eitt dømi um, hvussu gongdin hevur verið, at hann visti um eitt ítøkiligt dømi um eini hús, sum vórðu keypt fyri 1,6 milliónir fyri 13 árum síðani. Men nú eru tey seld aftur fyri 3,1 millión so prísurin er næstan tvífaldaður upp á hesi 13 árini og tey, sum ikki hava góðar inntøkur, ella hava pengar á kistubotninum, eru trýst í botn.

 

 Býráðslimir í meirilutanum vísa á, at fleiri bústaðarætlanir eru sett út í kortið og tey eru sannførd um, at skal prísurin fáast at lækka, er tað bara ein heilivágur, og tað er at økja um útboðið av bústøðum – og tað er tann stóra avbjóðingin.

 

Savnsmynd