Nú fáa 16 sálarsjúk fólk eitt nýtt heim

Nú sleppa 10 fólk at flyta av psykiatriska deplinum í sítt egna heim


Í næstum sleppa 10 fólk at flyta av psyiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, í sítt egna heim.

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

 

Tað er Rigmor Dam, tingkvinna, sum hevur spurt hava, hvussu tað gongur at útvega teimum  umleið 15 sálarsjúku fólkini, sum hava fastan bústað á psykiatrisku deild, sítt egna heim.

 

Annika Olsen sigur, at nýggja sambýli Eystan Heyg, verður væntandi liðugt nú fríggjadagin og um ein mánað kunnu fólk flyta inn.

Tað er eitt sambýli til sálarsjúk, har eru 16 búpláss og landsstýriskvinnan sigur, at 10 fólk, sum búgva á psykiatriska deplinum, hava fingið tilboð um at flyta í egið heim, nøkur í nýggja heimið Eystan Heyg og nøkur á sambýlið við Heyggjar.

 

Hvussu tað verður við hinum fólkunum, sum enn hava fastan bústað á psykiatrisku deild, kann landsstýriskvinnan ikki svara upp á, tí tað er Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sum varðar av teimum.

 

Tað hevur verið funnist at nýggja sambýlinum Eystan Heyg, at fleiri av íbúðunum hava bitapall -hems- og tað verður ikki hildið at vera hóskandi til fólk, sum eru gomul og sjúk.

Annika Olsen sigur, at ætlanin var at byggja eitt øðrvísi sambýli og átta av teimum 16 íbúðunum hava bitapall.

 

Sambýlið er bygt í tveimum deildum við plássi fyri átta fólkum á hvørjari deild.

Onnur deildin skal hýsa fólki við lættari sálarsjúku og sum annars eru klára seg, men hin deildin er innrættað soleiðis, at hon leggur upp fyri, at tað kunnu vera viðurskifti sum gera, at tørvur er á eini meiri vardari íbúð.