Farið verður nú undir at breiðka bryggjuna í Vágsbotni framman fyri sølubásarnar. Í vikuni varð sáttmáli undirskrivaður millum Articon, sum skal gera arbeiðið, og kommununa.
Býráðið samtykti 29. apríl at taka av einum tilboð frá Articon upp á eina sokallaða elementloysn. Hetta merkir, at bryggjukanturin framman fyri sølutorginum í Vágsbotni verður breiðkaður 2,5 metrar umleið 35 metrar framvið bryggjuni.
Lesið eisini: Røvari og politi í Vágsbotni
Orsøkin til, at hetta arbeiðið verður gjørt, er ferðslutrupulleikarnirí Vágsbotni. Ein teirra, ið javnan selur fiskavørur har, er fyrrverandi skiparin og útróðrarmaðurin Mortan Johannesen. Hann hevur javnan sagt frá, hvussu sølan minkar, tá bryggjan er stongd fyri bilaferðslu. Ferðslunevndin loyvir ikki bilferðslu fram við sølutorginum og matstovuvirkseminum, sum er í økinum. Tí verður nú bryggjukanturin víðkaður vestureftir, soleiðis at fólk kann koma til sølutorgið vestanfyri, og at ferðslan kann koyra eystanfyri.
Í Havn hava vit bæði Rasmusarbrúgv, Müllersbrúgv, Evensenbrúgv og Kongabrúgv, Hóskandi hevði tí verið, at hendan nýggja brúgvin varð kalla »Mortansbrúgv« :-)
##med2##
Ein 35 metra long og 2,5 metrar breið brúgv verður bygd vestan fyri bryggjukantin
##med3##
Fyrr í ár vóru Mortan Johannesen og Carl August Arge, ið javnan selja á torginum í Vágsbotni, á fundi við Heðini Mortensen, borgarstjóra, Trónd Sigurðsson, formann í Byggi- og býarskipanarnevndini, og Kára Johansen, formanni í Havnarnevndini, har teir søgdu sína hugsan um, hvussu trupulleikin við torginum kann loysast
##med4##
Mikudagin seinnapartin varð sáttmálin undirskrivaður, frá vinstru Kári Johansen, formaður í havnanevndini, Jón Sigurdson, stjóri í Articon, og Heðin Mortensen, borgarstjóri.
##med5##
Hendan upptøkan varð gjørd fyri tveimum árum síðani, tá ávís ósemja var millum Mortan Johannesen og løgregluna um ferðsluna út undir Bryggjubakka
##med6##
Mortan Johannesen hevur javnan havt trupulleikar við løgregluni, tá hann hevur forða fyri, at skipanin, sum steingir bryggjuna fyri bilferðslu, hevur riggað
##med7##