Mortan Johannesen, sum regluliga selur fiskavørur á torginum í Vágsbotni, sum Tórshavnar býráð hevur gjørt til tað sama, er sera harmur um, at býráðið steingir bryggjuna í Vágsbotni fyri ferðslu.
##med2##
– Tað eru fyri tað mesta eldri fólk, sum keypa frá mær, og tey koma við bili. Tá býráðið steingir bryggjuna av, so koma eingir kundar og so er eingin søla, sigur Mortan Johannesen.
Summi fólk hava kotu ella fjarstýring at fáa pullartarnar niður, so tey sleppa út og inn. Nú hevur Mortan fingið bót fyri at forða fyri, at pullartarnir fara upp og soleiðis at lata ferðsluna sleppa at koyra, har ikki er loyvt at koyra.
Løgreglan hevur fleiri ferðir verið í Vágsbotni, tí »onkur« hevur smoygt ein posa út yvir fotoselluna, sum stýrir pullartunum, so teir fara uppaftur. Nú vildi løgreglan hava greiði á, hvør »røvarin« er, tí legði løgreglan seg upp á lúr aftan fyri Hotel Tórshavn, til »røvarin« vísti seg – og tað eydnaðist, so sum filmurin omanfyri vísir.