Myndir: Álvur Haraldsen

Ellisakfarið í Sosialinum: Mazda 929 Hardtop frá 1976

Atli Simonsen í Havn eigur ein Mazda 929 Hardtop frá 1976

Myndir: Álvur Haraldsen

Atli hevur áður átt fleiri fleiri aðrar Mazda 929, bæði Hard-top og Coupé. Hann hevur serligan tokka til hesar bilar, sum vóru so populerir um ta tíðina, tá hann fekk koyrikort.

 

Bilurin varð keyptur úr Norra í 2020. Hann var í góðum standi, men trongdi til onkrar smærri ábøtur.

 

Bilurin hevur 1,8 litra motor og 4-gear, sum hesir bilarnir høvdu tá í tíðini. Hann hevur t.d. sett 16” alufelgur undir bil-in. Numm-arplátan er Fø 59.929.

 

Mazda 929 Hardtop var ein væl umtóktur bilur í Føroyum í 1970-unum, serliga millum tey ungu. Hetta er ein flottur og væl útgjørdur bilur - flott designað instrumentborð við nógvum vísarum.

 

Umframt Hardtop útgávuna fingust hesir Mazda 929 sum sedan og stationcar.

 

Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið – og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

 

Myndir: Álvur Haraldsen