Sjónleikarin Brigitte Bardot er deyð - 91 ára gomul

Franska sjónleikarinnan Brigitte Bardot er deyð.

Charles Platiau/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað boðar grunnurin Brigitte Bardot frá, skrivar tíðindastovan AFP.

Hon var 91 ára gomul.

 

Sjónleikarinnan Brigitte Bardot er deyð - 91 ára gomul

 

Brigitte Bardot fekk sítt altjóða gjøgnumbrot sum 22 ára gomul. Eftir sjónleikarakarrieruna gjørdist hon djórarættindaaktivistur.

 

Tað er grunnurin hjá Brigitte Bardot, sum hevur boðað frá andlátinum, skrivar tíðindastovan AFP.

 

Brigitte Bardot fekk altjóða gjøgnumbrot sítt sum 22 ára gomul við filminum "God Created Woman", og síðani var hon við í fleiri filmum og musicals.

 

Sum 39 ára gomul legði Brigitte Bardot sjónleikin á hillina fyri at arbeiða fyri djórarættindum í staðin. Hon gjørdist ein brennandi djórarættindaaktivistur, og hevur hon millum annað stuðla Paul Watson og Sea Shepherd, sum hevur stríðst ímóti grindadrápi í Føroyum seinastu 40 árini.

 

Í ár hevur Bardot verið innløgd fleiri ferðir, men so seint sum fyrst í desember boðaði hon umvegis sín grunn frá, at hon var komin fyri seg aftur.

 

/Ritzau/

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

 

 

Charles Platiau/Reuters/Ritzau Scanpix