Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?
- Nýggjárið verður hildið í Leirvík saman við nøkrum av okkara góðu vinum og bygdafólkinum annars. Í ár verður gjørt nógv burturúr her í Leirvík. Ein bólkur hevur sitið og fyrireikað dagin, sum byrjar við morgunmati til øll.
Tað sigur Jóhan Christiansen.
Hann vísir á, at í tímunum millum klokkan 17 og 22 er einki felags á skránni, og tá fáa tey góðar vinir á vitjan heima hjá teimum, og her verður ræst kjøt og annað gott.
- Klokkan 22 møtast vit so aftur í Bygdarhúsinum í Leirvík, har ymiskt undirhald er á skránni. Síðan fara vit kyndlagongu, og á miðnátt verður fýrverk skotið. So verður bæði dansur og Silent Dico í bygdarhúsinum, og hetta verður helst bæði stuttligt og hugnaligt.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2025?
- Árið 2025 hevur verið sera hendingaríkt fyri mítt viðkomandi. Tann 10. mars fekk eg tann heiður at gerast landsstýrismaður í fiski- og samferðslumálaráðnum. Hetta var ein stór avbjóðing fyri meg persónliga, og hetta var ein stór avgerð at taka.
Og Jóhan leggur aftrat:
- Men, tað eru ikki nógv, sum fáa tann møguleikan, og tí ivaðist eg ikki. Eg fór úr einum føstum starvi, sum eg eisini treivst sera væl í og til nakað, sum er so ótrygt sum eitt starv sum landsstýrismaður er.
Hann heldur tó, at avgerðin var røtt fyri hansara viðkomandi, og hetta var eisini tað størsta og besta, sum hendi á lívsleiðini hjá honum í 2025.
- Tí var tað eisini tað keðiligasta, sum hendi fyri meg, at eg fekk bara knappar níggju mánaðir í sessinum, tí løgmaður ynskti at umskipa landsstýrið, og sendi trý landsstýrisfólk heim.
Men, slíkt eru tíverri treytirnar í politikki, leggur hann aftrat.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026?
- Eg eri sera jaligur av lyndi, so eg havi góðar vónir fyri 2026. Løgtingsval skal verða í 2026, og eg vænti og vóni, at valið fer at føra okkum føroyingar tættari saman aftur. Hetta til frama fyri alt Føroyaland og allar føroyingar.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Nei, eg gevi einki beinleiðis nýggjarslyfti. Men, eg minni altíð meg sjálvan á at vera takksamur fyri tað farna og royna at gera alt enn betri í tí nýggja árinum.
Og seinastu orðini hjá Jóhan Christiansen í hesum umfari eru:
- Gott nýggjár øll somul!










