Nýggjárið verður hildið á Signabø

- Maður mín og eg fara at halda nýggjársaftan heima við hús við góðum røstum kjøti frá Miðgerðagarði, og seinni verður farið í hølini hjá Buli á Signabø, sigur Eiler Fagraklett

Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?

 

- Maður mín og eg fara at halda nýggjársaftan heima við hús á Signabø við góðum røstum kjøti frá Miðgerðagarði. Seinni fara vit í hølini hjá Buli á Signabø, har ymiskar lokalar rokklegendur fara at spæla til nýggjársdans. So tað verður so deiliga lokalt í ár.

 

Soleiðis sigur Eiler Fagraklett.

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2025? 

 

Hetta hevur verið eitt gott ár fyri meg persónliga og fyri tí, sum eg á ymiskan hátt havi virkað fyri í árinum. 

 

Hann vísir á, at á politisku síðuni megnaðu tey at fáa tveir og ein hálvan kollfirðing valdan inn í Tórshavnar býráð.

 

- Hetta fer vónandi at gera stóran mun fyri framtíðina hjá okkara kæru heimbygd, Kollafirði.

 

Eiler Fagraklett leggur aftrat:

 

- Samkyndar kvinnur fingu í summar atgongd til somu fíggjarligu hjálp fyri barnloysi, sum hinskyndar kvinnur longu hava havt í mong ár, og at enda fingu føroyskar kvinnur endiliga sjálvavgerðarrættin á egnum kroppi. Hetta eru tvey framsøkin stig fyri Føroyar. 

 

Hann vísir á, at á yrkisleiðini gjørdist hann gestarøðari á Lancaster University og hansara góða arbeiðspláss, Poul Hansen, varð valt sum Ársins virki. 

 

- Á heimafrontinum havi eg upplivað enn eitt gott ár saman við elskaðum manni og hundi, eins og heilsan hevur verið góð. So man kann ikki vera annað enn takksamur fyri enn eitt gott ár á foldum.

 

Hvat var tað keðiligasta, sum hendi í 2025?

 

- At Donald Trump tók við sætinum sum amerikanskur forseti fyri aðruferð - og fólkadrápið í Palestina.

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026? 

 

- Eg vóni, at gjógvin millum liberal og konservativ ikki fer at veksa meira, enn hon longu hevur gjørt síðstu árini. Eg vóni hinvegin, at vit bæði sosialt og politiskt finna fram til tað, sum vit kunnu semjast um - ístaðin fyri at dyrka tað, sum vit aldrin fara at gerast samd um. Eg vóni eisini, at vit føroyingar fara at semjast um at taka eitt stig nærri sjálvræði í komandi árinum. 

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti? 

 

Nei, tað geri eg ikki. Um eg ynski at broyta okkurt í mínum lívi, so royni eg sum oftast at gera okkurt við tað sjálvur, og tað kann eg gera hvønn dag á árinum, sigur Eiler Fagraklett.