Effodeildin: Givið er, at teir sum manna nevndina hjá 07 Vestur eru hugtungir, nú liðið aftur skal ta tungu leiðina niður í næstbestu fótbóltsdeildina.
Formaðurin í 07 Vestur, Jarnhold Nattestad staðfestir tó, at teir hava lært av hesum árinum. Teir ungu, lokalu spælararnir hava lagt ein góðan innsats fyri dagin, tá teir hava fingið møguleikan, og nú ætlar 07 Vestur at satsa uppá lokalar spælarar við einum lokalum venjara. Sandavágsmaðurin, Hegga Samuelsen hevur bundið seg at venja besta liðið hjá felagnum komandi trý árini. Fólk skulu ikki vænta at síggja so nógvar fremmandar spælarar í 07 Vestur framyvir.
Jarnhold væntar, at so hvørt sum teir yngru spælararnir vaksa upp, sum 07 Vestur spælarar, so fer fjepparamentanin í vesturøkinum at mennast. Hann fegnast eisini um yngru liðini hjá felagnum, sum hava fingið góð úrslit, ikki minst U16 dreingjaliðið, sum vann bronsuheiðursmerki. Formaðurin í 07 Vestur sigur, at tað hevði verið ynskiligt at havt ein fótbóltsvøll í Kvívík ella í Vestmanna, sum hevði gjørt tað høggligari fyri teir yngru spælararnir frá tí økinum at vant. Tó liggur tað í kortunum, at ein skipan við busskoyring fyri spælarar úr Vestmanna, Kvívík, Leynum og Stykkinum verður skipað aftur komandi ár.
Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Jarnhold Nattestad, sum var í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2 í gjárakvøldið.