Nú fer RTS í gongd í Hvalba

Seinni í vikuni er ætlanin, at amboðini skulu koma til Hvalbiar og síðan fer arbeiðið at gera brimverjuna aftur so smátt í gongd.

 

 

Nú verður so smátt farið í holt við at byggja upp aftur verjugarðin til skipahavnina á Hamranesi í Hvalba.

 

Í gjár komu manningarskúrarnir til Hvalbiar, har arbeiðsfólkið hjá RTS, sum skal gera arbeiðið í Hvalba, skal búgva næstu mánaðirnar.

 

- Seinni í vikuni er ætlanin, at amboðini skulu koma til bygdina, og síðan fer arbeiðið so smátt í gongd.

 

Á heimasíðuni hjá Hvalbiar kommunu ynskir kommunan RTS blíðan byr við arbeiðnum at gera brimverjuna til skipahavnina á Hamranesi aftur.