Nú hoyra vágbingar FM1 og Voxpop - og tvøráfólk hoyra FM1

Í vikuni sum fór vóru menn og settu sendarar upp í Vági og á Tvøroyri

Síðst í farnu viku vóru menn í Suðuroynni og settu sendarar upp í Vági og á Tvøroyri. Hetta fyri,  at FM1 og VoxPop kunnu hoyrast í radiolurtinum og bilunum á FM-frekvensi.

 

Veðrið argaði illa tá tveir mans frá Sp/f 01.01.2014, sum eigur og rekur FM1 og VoxPop vóru í Suðuroy fyri at seta upp antennur og sendarar. Tað regnaði av grimd, so tað var ikki lætt hjá teimum at klatra upp mastrar og seta antennur upp og leidningar í. Tó eftir tógvið stríð kundu teir rigga av fáar minuttir áðrenn Smyril fór av Drelnesi klokkan 17.30 sunnudagin. Tað tók ein dag longur enn væntað, men nú kann FM1 og VoxPop við gleði boða frá, at nú kunnu Vágbingar og Tvøráfólk hoyra okkara útvarpsstøðir, sigur Petur Zachariassen, stjóri á Sp/f 01.01.2014.

 

Tað hevur leingi verið ætlanin at seta sendarar upp í Suðuroy, og loksins er gongd komið á.

 

Í Vági hava tey fingið tvær nýggjar rásir í lurtitólinum. Í Vági sendir FM1 á 93,5 MHz og VoxPop sendir á 94,1 MHz.

 

Á Tvøroyri sendir FM1 á 92,5 MHz.

 

Nú fáa hesi størri støðini í Suðuroy eisini gleði av øllum sendingunum á FM1 og góða tónleikinum á VoxPop. Tað eru serliga ítróttarsendingarnar, sum suðuroyingar hava spurt eftir.

 

Skráin hjá FM1 sæst á www.midlar.fo, og har ber eisini til at lurta á netinum, bæði eftir FM1 og VoxPop.