Nú kemur hitin aftur til Føroya

Veðrið verður av tí fagrasta á G!-og aðrastaðni við

Tað verður ógvuliga gott veður hesar næstu dagarnar. Eftir føroyskum viðurskiftum, næstan at kalla hitabylgja, bæði á G! og alla aðrastaðni við

 

Tað var eisini gott veður á G! í gjár og tað nutu tey til fulnar, sum tað sæst á myndini

 

Petur Skeel,veðurmaður í Miðlahúsinum lovar nevniliga ógvuliga gott og heitt veður frá nú av og langt inn í næstu viku.

 

Sambært veðurmanninum i Miðlahúsinum fer hitin flestu dagarnar at liggja millum 17 og 21 stig.

 

Petur Skeel segði soleiðis í veðurvánunum við Rás2 í dag: (sí omanfyri greinina)