Nú kemur Oljukreppan – avtakið oljuavgjaldið

Vanlukkuliga kríggið í Miðeystri fær nú eisini fylgir fyri okkara fiski og farmaflota, vinnuna á landi, Atlantic Airways, SEV og so øll tey húskini sum framvegis nýta olju at hita við og ikki hava ravfar.

Nú Hormus sundið er so at siga stongt fyri ferðslu, og fleiri og fleiri raffinadaríðir verða bumbaði, ígjár heimsins størsta raffinadarí Ras Tanura í Saudiarabia, so fara vit sannlikt at síggja sera stórar príshækkingar. Oljan er nu farin framvið 100 dollars tunnuna – dapirskygdir greinarar vænta, at kanska fara vit at síggja prísir heilt upp til 240 dollars fyri tunnuna.

 

EU sigur í dag, at øll limalondini skulu hava goymslur til 100 dagars nytslu, og G7 londini fara væntandi at lata nakað av sínum goymslum á marknaðin fyri at tálma prísvøksturin.

Tað er nógv fyri, at vit her á landi skulu stríðast við einum stórum avgjaldi fyri olju og benzin – steinur omaná byrðu, sum Javnaðarflokkurin kom við á sinni. Tað er mín vón at nýggja Løgtingið fer at avtaka oljuavgjaldið og mvg beinanveg, tí tá Løgtingið er komið saman aftur eru vit allarhelst í kreppustøðu.

Flestu lond hava oljugoymslur til slakar 80 dagar. Føroyar gera onki fyri at hava eina goymslu at taka til – goymslurnar hjá okkara oljuveitarum røkka neyvan meira enn til ein mánað - tosa so um tilbúgving! 

Og so er tað lagnunar speisemi, at Føroyar hava stórt olju og gass tilfeingi, sum vit onki gera við.

 

 

 

Johan Mortensen