Hetta arbeiðið hevur tikið drúgva tíð.
Samstundis var eisini Skúlin á Fløtum í gerð, sum lat upp fyrst í hesum skúlaárinum.
Hetta hevur havt fleiri avbjóðingar við sær fyri ferðsluna til og frá skúlunum báðum.
Hans Andriasargøta eitur nýggja gøtan við Skúlan á Fløtum. Hon gongur út í Marknagilsvegin sunnan fyri Janusargøtu, sum er gøtan við Glasir.
Hóast tað nú eru fleiri mánaðir síðani, at arbeiðið á vegamótinum Hans Andriasargøta/Marknagilsvegur er liðugt, so er vegurin enn ikki latin upp, og tí gongur ferðslan frá Skúlanum á Fløtum eftir Janusargøtu og fløkist upp í ferðsluna frá Glasi. Tað hevur havt avbjóðingar við sær.
##med2##
Men nú verður hetta málið loyst.
– Gøtan letur upp í næstu viku, sigur Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu.
Hann sigur, at har hava verið ymsir snøklar, sum skuldu gerast lidnir, áðrenn vegamótið kundi latast upp.
##med3##
Tað merkir, at nú kunnu bilar koyra til og frá skúlunum báðum, Skúlanum og Fløtum og Glasi, uttan at fløkjast saman – og tað fer serliga at merkjast, tí nú kann ferðslan frá Skúlanum á Fløtum koyra út á Marknagilsvegin eftir Hans Andriasargøtu, meðan tað nú bert verður ferðslan frá Glasi, sum koyrir út á Marknagilsvegin eftir Janusargøtu.
Nú er próvtøkutíð, so lættin merkist helst ikki, fyrr enn skúlarnir byrja aftur í august.