- Nú mást tú ikki fara at tára, Mortan!

Soleiðis skrivar Sakaris Zachariasen á sínari facebook-síðu eftir at hava sæð gamlan kenning í Kjøllefjord í Noregi í dag.

- Nú hoyra Tvíburðar heima í Porsanger, og báturin skal rógva út við línu her í Kjøllefjord, sigur Sakaris Zachariasen.

- Gamal kenningur, sum er komin til Kjøllefjord í nátt. Nú mást tú ikki fara at tára, Mortan, vinurin!

Soleiðis skrivar Sakaris Zachariasen á sínari facebook-síðu í dag eftir at hava sæð gamlan kenning í Kjøllefjord í Noregi, nevniliga fyrrverandi bátin hjá Mortani Johannesen, Mortani hjá Andriasi í Hvannasundi.

Mortan er eitt kent andlit í Vágsbotni, har hann javnan stendur og selur fisk og fiskavørur, eitt nú frikadellur og knettir á marknaðarplássinum har.

Glastrevjabáturin Tvíburðar, sum Mortan átti í fleiri ár, plagdi eisini at liggja í Vágsbotni, tá fryntligi maðurin við tí gráa hárinum - og góðu fiskavørunum - var til "marked".

Men, í morgun avmyndaði Sakaris Zachariasen bátin Tvíburðar í Kjøllefjord í Noregi við øðrum eigara. Hann hevur eisini lagt myndina út á sína facebook-siðu við omanfyrinevndu orðum.

Sakaris sigur við In.fo, at hann tosaði við mannin, sum nú eigur bátin, og hesin segði, at hann hevði keypt bátin úr Tromsø.

Soleiðis, sum Sakaris skilti bátaeigaran, er tað tann fyrri eigarin, sum hevur keypt bátin frá Mortani.

- Nú hoyrir báturin heima í Porsanger, og Tvíburðar skal rógva út við línu her í Kjøllefjord, sigur Sakaris Zachariasen.