- Her er eitt at gera hjá Tórshavnar Býráð og tað er at fara til arbeiðis. Framsókn finst nú at Tórshavnar Býráð fyri at gera ov lítið fyri tey ungu, sum eru undir útbýgving í Havn. - Trupulleikin er eyðmerktur og øll vita, at hjálpin kemur ikki uttanífrá. Nú er liðugt tosað. Her er eitt at gera og tað er at fara til arbeiðis, sigur Framsókn nú í almennari áheitan á Tórshavnar Býráð. Framsókn sigur, at ímeðan vit tosa og rokna, heldur fráflytingin av fólki úr Føroyum, fram. Men nú má Tórshavnar Býráð vísa viljastyrki og gera nakað ítøkiligt við málið, heldur Framsókn - Skulu vit gera okkum eina vón um at verða lestrarbýur, má tað verða nú, meðan nakar er at lesa. Flokkurin staðfestir, at ein ein týðandi orsøk til, at fólk fara uttanlands at lesa, er nettupp møguleikin at fáa tak yvir høvdið og at liva og búnast saman við øðrum ungum. - Tað eru júst hesi ungu, vit mangla í Føroyum. Vit mangla tey í býarmyndini. Vit mangla tey sum kjakarar og vit mangla tey sum brúkarar á øllum økjum í samfelagnum. Framsókn vil tí Hava Tórshavnar Býráð at taka ítøkilig stig fyri at útvega fleiri lestrarbústaðir í Havn - Bústaðir hevur sagt, at tað kostar einar 15.000 krónur fyri fermeturin at byggja eina lestraríbúð. - Tá er talan um íbúðir á einar 45 fermetrar, sum sostatt fara at kosta 675.000 krónur at byggja. Samstundis sigur Bústaðir, at tey lesandi ikki klára at rinda eina hægri húsaleigu enn tað, ið svarar til 2/3 av byggikostnaðinum og sostatt manglar 1/3 í. Tí vil Framsókn hava, at Tórshavnar kommunu nú fer at byggja lestraríbúðir saman við Bústøðum og at kommunan setir seg fyri tí eina triðinginum, sum manglar í Verða 100 lestraríbúðir bygdar, verður parturin hjá Tórshavnar til 22,5 milliónir krónur. Tað merkir, at Tórshavnar Býráð skal rinda 22,5 milliónir krónur fyri 100 lestraríbúðir. - Tað eigur og skal kunna bera til at finna 22,5 milliónir krónur til nakað so týðandi sum landins framtíð, heldur Framsókn. Framsókn heldur, at við at byggja lestraríbúðir, fáa vit mestu ávirkan á fráflytingina fyri minst pengar. - Vit tosa um ungdómin og um børn hjá lesandi, sum vaksa upp í eini lestraríbúð uttanlands, heldur enn at læra fyrstu orðini, og taka fyrstu fetini, á einum matrikli í Tórshavnar kommunu, sigur Framsókn. Tí heldur flokkurin at tað, sum er mest átrokandi yvirhøvur, er at loysa bústaðarneyðina hjá lesandi. - Tórshavnar kommuna hevur fíggjarligu orkuna og eigur at hava áhuga í, at fólk seta búgv í kommununi, tá hin kosturin er, at tey ungu flyta av landinum. Framsókn vísir eisini á, at uttan lestraríbúðir kann Fróðskaparsetur Føroya illa vaksa. |