Nú nærkast til Frigg Festivalin

Leygardagin fer norðuratlantiski festivalurin í Keypmannahavn av bakkastokki. Við tónleiki í heimsflokki úr Føroyum, Danmark, Grønlandi og Íslandi og somuleiðis sniðgevum og mentanarupplivingum úr øllum fýra londum, fer Frigg annað árið á rað at bjóða norðuratlantisku vinunum inn til eina serstaka uppliving.

Frigg festivalurin nærkast fyri aðru ferð, og eins og í fjør fer festivalurin leygardagin at vera ein sýnisgluggi fyri føroyskan, íslendskan, grønlendskan og danskan tónleik, sniðgeving, list og mentanarupplivingum annars.

Fyri einans 50 krónur fáa festivalgestirnir sostatt bæði eina ørgrynnu av tónleiki, og høvi at uppliva list, sniðgeving og mangt annað frá hesum grannatjóðum okkara.

Tað er leygardagin klokkan 13.15, at tónleikurin byrjar. Sí skránna og aðrar upplýsingar á friggfestival.com ella á Facebook síðuni her:

www.facebook.com/events/769509569830001/