Nú skal brúgvin um Streymin hátíðarhaldast

Tað verður hátíðarhildið, at brúgvin um Streymin nú verður 50 ár. Hátíðarhaldið verður í døgunum 28. og 29. oktober, og her verður nógv forvitnisligt á skránni.

 

Í Sunda kommunu lata tey tað ikki fara aftur við borðinum, at brúgvin um Streymin nú verður 50 ár. Hetta verður hátíðarhildið í døgunum, 28. og 29. oktober.

 

Ein rúgvusmikil skrá er løgd fyri báðar dagarnar, leygardagin og sunnudagin, og her verður mangt og hvat á skránni. Tiltøkini byrja leygarmorgunin klokkan 10, og hildið verður fram til langt út á seinnapartin.

 

Her ber til at síga av brúnni og niður í ein bát - ella at síga av brúnni og niður í gras, sum er ein styttri túrur. Skipað verður eisini fyri siglitúrum við skjóttgangandi báti undir brúnni.

 

Seinnapartin leygardagin verður farið at syngja føðingardagssangir undir brúnni, og tá verður eisini stór lagkøka og føðingardagsborð í Eydnini, har øll eru vælkomin.

 

Leygardagin klokkan 14 fer bólkurin New Orleans at framføra, og hálvan tíma seinni fer borgarstjórin í Sunda kommunu, Jógvan Kruse, at halda røðu. Eftir borgarstjóran, fer landsstýrismaðurin, Dennis Holm, at halda røðu.

 

Seinnapartin sunnudagin, 29. oktober, hava fólk høvi at ganga ella súkkla 50 ferðir yvir um brúnna og øll, sum verða við í hesum tiltaki, fáa diplom - eisini tey, sum ikki gjørdu túrin 50 ferðir.

 

Klokkan 18 verður eisini ábit í Eydnuni á Oyrarbakka fyri teimum, sum gingu ella súkklaðu um brúnna.

 

Sunnukvøldið millum klokkan 17 og 19 verða fyrilestrar, prát, sangur og drekkamunnur á Torginum í skúlanum við Streymin. Her verður fyrilestur við Sólgerð Andreassen og Annfinni Danielsen um arbeiði við brúnna, prát við Heðin Zachariassen, Birgir Enni, Tummas Olsen og Edmund Joensen um brúnna. Limir úr

 

At enda fer Fuglafjarðar harmonikufelag at spæla til felagssang.       

 

Á heimasíðuni hjá Sunda kommunu - www.sunda.fo - sæst øll skráin fyri hátíðarhaldið, sum verður leygardagin og sunnudagin, 28. og 29. oktober.