Nú skal landsliðið miðja enn hægri

Fótbóltur: Ættarliðsskifti er farið fram á landsliðnum í hesi HM-undankappingini

Sponsku bløðini vóru sunnudagin bilsin av, hvussu væl føroyingarnir høvdu staðið seg í Gijón leygarkvøldið. Í leygardagsútgávunum varð ikki tosað um, hvør fór at vinna, men heldur um, hvussu nógv Spania fór at vinna. Og tey vóru fleiri, sum roknaðu við, at metið, ið var 12-1 sigurin ímóti Malta fyri fjúrtan árum síðani, stóð fyri fallið.

Men teir spaniumenninir, sum høvdu verið á Svangaskarði, vóru meiri sinniligir. Bæði venjarin Clemente og málverjin og liðformaðurin, Zubizaretta, sum leygarkvøldið umboðaði føðilandið fyri 120. ferð, høvdu fremstafingurin á lofti. Og tað var kanska ikki so undarligt. Tí tað er ein sannroynd, at tað eru bara seks mál skoraði ímóti Zubizareta í hesari HM undankappingina, og av teimum hava føroyingar skorað helmingin. Tað er heldur ikki á hvørjum degi, at fleiri mál fara ígjøgnum hjá Valencia málverjanum, tá hann stendur í landsliðsmálinum. Síggja vit burtur frá, tá Todi Jónsson og Uni Arge skoraðu hjá honum á Svangaskarði, so skulu vit aftur til 1994 fyri at finna síðsta landsdystin, tá tvey mál fóru ígjøgnum hjá Spania.


Bara tveir eru eftir

Søgan hjá føroyingum í altjóða fótbólti er ikki serliga gomul. Hon røkkur aftur til 12. septembur í 1990, og tað er framvegis púra greitt, at sigurin á Eysturríki ta ferðina framvegis er størsta avrikið, føroyingar hava útinnt. Javnleikurin í Belfast er framvegis næstbesta avrikið, og so koma 3-1 tapini á útivølli í hesari undankappingini ímóti Jugoslavia og Spania.

Tað er merkisvert, at góða avrikið í Gijón leygarkvøldið kom til hóldar við liði, sum við tveimum undantøkum var mannað við heilt øðrum spælarum enn teimum, sum fyri stívliga sjey árum síðani avrikaðu megnaðu bragdið í Landskrona.

Ta ferðina spældu Jens Martin Knudsen, Julian Hansen, Mikkjal Danielsen, Jóannes Jakobsen, Tummas Eli Hansen, Jan Dam, Allan Mørkøre, Torkil Nielsen, Abraham Hansen, Kári Reynheim og Kurt Mørkøre.

Á liðnum í Spania vóru Jens Martin Knudsen og Jan Dam teir einastu, sum vóru við ta ferðina. Og tað er ikki komið fyri áður hesi sjey árini, at bara tveir frá mest kenda liðnum hava verið ímillum teir fyrstu ellivu í týdningarmiklum landsdysti.


Nýggja ættarliðið

Tað er rætt, at Allan Mørkøre ivaleyst hevði verið ímillum teir fyrstu ellivu í Spania, um hann ikki var leikbannaður, og tað er rætt, at Jens Erik Rasmussen, Jan Allan Müller og Magni Jarnskor vóru tætt at liðnum, sum vann í Landskrona.

Men tað skerst ikki burtur, at nú eru tað aðrir spælarar, sum bera landsliðið. Her verður t.d. hugsað um Pól Thorsteinsson, Óla Johannesen, Jens Kristian Hansen, Øssur Hansen, Julian Johnsson og John Petersen, sum allir eiga fast pláss á liðnum og sum eru føddir í 1971-1973 (burtursæð frá Juliani Johnsson, sum er føddur í 1975) og tískil eiga at hava førleikan til at vera grundstuðlar undir liðnum í tveimum ella trimum undankappingum afturat.

Og at tað hongur saman niður í yngru árgangirnar sæst aftur í, at hesa ferð var Sámal Joensen, sum er føddur í 1975, fyri fyrstu ferð ímillum teir fyrstu ellivu, og í at Heðin á Lakjuni, sum bara er nítjan ára gamal, er tann fyrsti úr 78 árganginum, sum hevur verið í landsliðsferðalagnum.

Spælararnir fáa royndir, tá teir eru úti og stríðast, soleiðis sum teir gjørdu leygarkvøldið, og royndirnar eiga at borga fyri, at støðið hækkar, um spælararnir framvegis taka venjingina í álvara.


Nýggjar avbjóðingar

Hesin veruleikin eigur at vera haldgott grundarlag hjá Allani Simonsen at miðja uppaftur hægri, enn tað var gjørt hesa ferð. Málið í hesari undankappingini var at enda ovari enn Malta, og tað eyndnaðist. Næsta málið má vera, at fáa stig frá onkrum av teimum stóru (tað hevur venjarin so ofta sagt), men tað má eisini vera málið í komandi undankapping at enda ovari á talvuni enn lið, sum verða mett at vera betri enn Føroyar.

Tað hevði t.d. verið ein stór avbjóðing aftur at fingið Kypros í sama bólk sum Føroyar í komandi EM undankapping. Teir vunnu báðu ferðirnar ímóti Føroyum í HM undankappingini, sum var í 1992 og í 1993. Og avbjóðingin hevði eisini verið stór, um Albania kom í sama bólk sum Føroyar. Leygarkvøldið góvu teir Týskalandi, sum var á heimavølli, ein skarpan gang.

Undir øllum umstøðum er tað hugaligt at staðfesta, at nú verður ikki tosað um, um Føroyar skulu taka lut í undankappingum, men heldur um, hvussu stórt sannlíkið er at koma hægri upp á talvuna, enn landsliðið rakk í hesari HM undankappingini.

Teir, sum gera viðmerkingar í Eurosport, hava higartil mest sum hvørja ferð tosað niðursetandi um føroyskan fótbólt, men sunnukvøldið var annað lag. Føroyska avrikið varð róst, og vit kunnu bara staðfesta, at nú eru tað ikki bara Clemente, Zubizareta, Allan Simonsen og føroyingar, sum trúgva uppá landsliðið.