Nú skal løgmaður greiða frá hvat hann heldur um Jenis av Rana

– Og um hann ætlar at gera nakað við tað

Jenis av Rana er rættiliga komin í andglettin eftir eina umstrídda útsøgn í gjár

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, skal nú geva Løgtinginum eina almenna frágreiðing um, hvat hann heldur um framferðini hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanlandsmálum og mentamálum.

 

Í Kvf í gjár staðfesti Jenis av Rana, at hann fór aldrin at taka undir við, at danir fáa ein forsætisráðharra, sum er samkyndur.

 

Les meiri um tað her: Nei til samkyndan forsætisráðharra í Danmark

 

Hetta hevur vakt ans og nú hevur Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin reist málið á Føroya Løgtingi. Í tí sambandi hevur hann sett løgmanni ein fyrispurning, sum Løgmaður skal svara upp á í seinasta lagi tann sjeynda novembur.

 

Aksel V. Johannesen spyr løgmann um tað er rætt, tá ið Jenis av Rana sigur, at  

 

tað stríðir ímóti føroysku “grundlógini” at liva sum samkyndur? Hann vil eisini hava at vita um løgmaður er samdur í útsøgnini hjá landsstýrismanninum í uttanlandsmálum og mentamálum, ella um løgmaður ætlar at hetta fær nakrar avleiðingar fyri Jenis av Rana.

 

Aksel V. Johannesen vísir á, at landsstýrismaður í uttanlandsmálum og mentamálum segði hesi orðini í í KvF í gjár: «Tað at liva sum sokallaður homosexuellur, tað er í stríð ímóti tí grundlóg, sum eg persónliga havi, og sum Miðflokkurin hevur, og sum eg eisini haldi, at Føroyar hava»

 

Formaðurin í Javnaðarflokkinum vísir á, at løgmaður hevur evstu ábyrgd av førda politikkinum hjá landsstýrinum.

 

– Tað er eisini løgmaður, sum hevur ábyrgd av, at landsstýrisfólk umboða Føroyar á virðiligan hátt. Gera tey ikki tað, hevur løgmaður fullan rætt - og heimild - at taka avgerð um, at hetta fær avleiðingar fyri landsstýrisfólk.

 

– Ein landsstýrismaður í uttanríkismálum er andlitið úteftir hjá landsstýrinum, og tí myndar hann ein serliga stóran part av landsstýrinum, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Sum vit skrivaðu í áðni hevur Høgni Hoydal  kravt, at Jenis av Rana verður koyrdur. Frá, ella fer Tjóðveldi at leggja uppskot fyri Løgtingið um at vísa misálit á Jenis av Rana.

 

Les meiri um tað her: Krevja at Jenis av Rana verður koyrdur frá

 

Sum vit eisini skrivaðu fyrr í dag, hevur løgmaður átalað útsøgnina hjá Jenis av, Rana, men hann fer ikki at gera meiri við málið: Les meiri um tað Her. Løgmaður átalar Jenis av Rana

 

Jenis av Rana er rættiliga komin í andglettin eftir eina umstrídda útsøgn í gjár