Nú skal trappan gerast liðug

Arbeiðið við uppihaldstrappuni í Vágsbotni hevur ligið stilt síðstu vikurnar, men verður nú uppafturtikið.

Enn stendur hon í hálvum gekki, nýggja uppihaldstrappan í Vágsbotni, ið Tórshavnar kommunu letur byggja. Fyrst varð upplýst, at hon skuldi verða liðug til Voxbotn, men tá tað ikki eydnaðist, so varð lovað, at hon fór at verða klár til Ólavsøku. Heldur ikki tað eydnaðist, men í staðin varð ein partur av trappuni gjørd liðug, meðan restin varð avbyrgt.


Síðani hevur einki virksemi verið í økinum, men nú røkist fyri, at gongd kemur aftur á arbeiðið. Í morgun boðar Tórshavnar kommuna nevniliga frá, at arbeiðið upp á trappuna og nýggja vegin á Bryggjubakka verður uppafturtikið í morgin.


Í tí sambandi verður vegurin frá Vágsbotni til Bringsnagøtu stongdur, meðan stongt eisini verður fyri ferðslu frá Vaglinum og oman gjøgnum Mylnugøtu.


Frá almennari síðu hevur verið ført fram, at tað er manglandi grót, ið er orsøkin til seinkanina. Tað tykist at vera loyst nú og í síðstu viku vóru lastbilar í Vágsbotni við fleiri steinum, ið skulu brúkast til trappuna.