Nú skal Uros gera mun

Hjá EB/Streymi eru tríggir spælarar leikbannaðir, og heimaliðið við Margáir er eisini darvað av skaðum

Tað var øgiligt vónbrot hjá skálamonnum, tá ið teir á heimavølli taptu 2-1 ímóti B68. Skála hevur framvegis ikki vunnið í ár, og nú er av álvara farið at sansa at. Ein av góðu møguleikunum at vinna fyrsta sigurin og harvið lætta sær úr botninum verður í kvøld, tá ið Skála verður partur av grannauppgerð við Margáir.

 

Uros Stojanov var spildurnýggjur maður ímóti B68. Tá hevði hann bara vant saman við liðfeløgunum tvær ferðir. Nú hava teir á Skála í eina viku vant við tí fyri eyga at Uros Stojanov skal fáa møguleikar serveraðar við inntøkum úr síðunum. Um tað eydnast Urosi at fáa hol á, so rokna teir á Skála við møguleikanum at vinna fyrsta sigurin.

 

Hjá Skála er Andreas Egeberg Jacobsen langtíðarskaddur, og Dávid Johansen er skaddur. Miðverjin Vukasin Tomic og miðvallarin Emil Weihe Joensen vóru fyrr í vikuni ivasamir, men nú er greitt, at teir vera báðir á vøllinum við Margáir í kvøld.

 

Í EB/Streymi vóru teir nøgdir við hugburðin, tá ið tað á sundalagsstevnu endaði við 2-0 heimatapi ímóti Víkingi. Í kvøld eru tríggir spælarar leikbannaðir. Teir eru liðformaðurin og miðverjin Andras Ó. Olsen, verjuspælarin Árni G. Olsen og miðvallarin Bogi Reinert-Petersen. Niklas T. Kruse er liðbandsskaddur, og Ólavur Niclasen er langtíðarskaddur í lærkrikanum. Tað er ivasamt, um Niels Pauli Danielsen og Filip Djordjevic eru førir fyri at spæla.

 

EB/Streymur – Skála: Rúni Olsen kl. 18.30.