Nú skal vøggustovan á Toftum gerast

Sambært fíggjarætlanini hjá Nes kommunu skal vegurin eftir Agninum breiðkast í 2015.

Nú bygdaráðið í Nes kommunu hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2015, síggja høvuðstølini soleiðis út: Inntøkurnar eru 44,2 miljónir krónur, og útreiðslurnar eru 37,9 miljónir. Rentur og avdrøg kosta kommununi 4,3 miljónir krónur.

 

Eitt, sum altíð er áhugavert hjá borgarunum í einari kommunu, er, hvussu nógvur peningur verður settur av til íløgur. Her sigur Nes kommuna, at nettoíløgurnar verða 1 miljón krónur, sum í brutto merkir 5 miljónir krónur.

 

- Skattainntøkan veksur við trimum prosentum, umframt at afturberingin frá landinum í samband við yvirtøku av eldraøkinum nú eisini er tikin við.

 

Nes kommuna væntar at fáa 9,7 miljónir krónur í inntøkum frá landinum, sum kommunan skal fíggja raksturin av eldraøkinum við.

 

Fyri tær 5 miljónir krónurnar (brottu), sum kommunan fer at brúka til íløgur, er ætlanin eitt nú at gera vøggustovu, sum ætlandi skal verða liðug í 2016. 

 

- Peningur er eisini settur av til breiðkan av Agninum, fortovskantur og fótgangarateigur skal gerast á Gaddavegi, og bygdavegir skulu asfalterast, eins og asfalterað verður í Oyrunum og á ídnaðarøkinum Við Rætt.

 

Nes kommuna fer eisini at brúka pening til spillivatnsarbeiði, keyp av meira lendi til kirkjugarð, nýggj viðtaluhøli í Læknamiðstøðini, eins og kommunan fer at útbyggja B68-húsið saman við Fótbóltssambandi Føroya.