Nú er ætlanin at broyta ferðslulógina, soleiðis at tað verður loyvt hjá summum bilum at koyra skjótari enn teir hava loyvi til nú. Sum lógin er nú, kunnu bussar og bilar við smáum viðfestisvohnum upp til 750 kilo, bara koyra 70 í óbygdum øki, har bilarnir annars hava loyvi at koyra 80.
Men Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, upplýsti fyri Løgtinginum á ólavsøku, at nú er ætlanin at broyta lógina soleiðis, at eisini bussar, og bilar við smáum viðfestisvognum upp til 750 kilo, kunnu koyra 80 í óbygdum øki, akkurát, sum aðrir bilar.
Tað eru nógvir bussar á vegunum og broytingini hevur við sær, at bussarnir nú kunnu teir betur fylgja við ferðsluni, samstundis sum at teir eisini koma skjótari fram.
Lógin verður eisini broytt, so at hereftir skal tað vera loyvt hjá politistum, teimum, sum koyrasjúkrabil, brandbil, og onnur neyðsendarakfør, at tosa í hondhildnum samskiftistólum, ímeðan teir koyra. Tað kunnu teir ikki í dag og tað er ein stórur trupulleiki hjá teimum og tí hava bæði fútin, og Politistafelagið, heitt á landsstýrið um at broyta lógina.