Støðutalvan sigur, at tað stendur ógvuliga nógv upp á spæl, tá ið AB seinnapartin fær vitjan av NSÍ.
Sámal Erik Hentze fer seinnapartin fyri fjórðu ferð at hava ábyrgdina av NSÍ liðnum. Higartil er tað ikki eydnast honum at vinna fulla úrtøku. Eftir tvey 1-0 tap á heimavølli ímóti 07 Vestur og EB/Streymi vunnu NSÍ og Bagge í felag fyrsta stigið mikukvøldið, tá ið tað í Gundadali ímóti B36 endaði 1-1.
Spurningurin er nú, hvussu tað verður seinnapartin, tá ið AB verður mótstøðuliðið hjá Sámali Erik Hentze. Bagge var fram til 10. umfar, sum var 15. mai, venjari hjá AB. Síðsti dysturin hjá AB við Sámal Erik Hentze við róðrið var ímóti NSÍ, sum legði rygg til 4-1 tap á heimavølli, og í dag er Bagge oddamaður fyri mótstøðuliðnum hjá AB.
-Nú eri veg venjari hjá NSÍ. Støðutalvan sigur, at NSÍ er næstaftast, og setningurin hjá NSÍ og mær er at vinna stig, so vit kunnu sleppa uppum strikuna. Tað er tað, sum tað snýr seg um, men sjálvandi er tað eitt sindur undarlig støða, at liðið, sum eg havi vant fyrr í ár, er mótstøðuliðið og kappingarneytin, nú tað snýr seg um at sleppa undan niðurflyting, sigur Sámal Erik Hentze.
Hjá NSÍ er Aron Knudsen framvegis skaddur, og Pætur Turiðarson Skipanes er farin av landinum.
Nú er Henrik Larsen venjari á Argjum. Gongdin hjá nýggja venjaranum og AB hevur higartil verið júst tann sama, sum hon hevur verið hjá NSÍ og Sámal Erik Hentze. Úrtøkan úr trimum dystum er eitt stig.
Tróndur J. á Høvdanum er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið burturstaddur. Í vikuni hava Marius Kryger Lindh og Thomas Junge verið so mikið skaðadarvaðir, at tað ikki er vist, at teir vera førir fyri at spæla í dag.