Nú verður nýggja skipanin um springarar sett í gildið

Hetta verður fyrstu ferð at vit seta kvotu á, sigur landsstýrismaðurin

Nú verður tað helst fyrsta dagin, at nýggja skipanin um springaraveiði verður sett í verk. Tað sigur Árni Skaale, landsstýrismaður í veiðimálum.

 

Eftir illa umstrídda springaradrápið á Skálafjørðinum í september í fjør, lovaði løgmaður at taka málið upp. Síðani hevur verið arbeitt við tí og her fyri kunngjørdi landsstýrið eina ætlan har kvota verður sett á, hvussu nógvan springara, vit hava loyvi at veiða um árið. Ætlanin er nevniliga, at í ár og næsta ár kunnu vit í mesta lagi veiða 500 springarar um árið. Í 2024 er væntandi ein stovnsmeting gjørd og so verður kvotan sett eftir tí.

 

Árni Skaale staðfestir, at hetta er fyrstu ferð, at kvota verður sett á hetta slagið av tilfeingi. Men hann sigur, at nú verður síðsta hond løgd á kunngerðina um hetta, og hann væntar at hon verður lýst og sett í gildið fyrsta dagin. Sosatt gongur landsstýrið ikki alivinnuni á møti, tí alivinnan vil hava landsstýrið at banna springaradrápi.

 

Tey halda, at halda vit fram at drepa springara, kann tað fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri okkara útflutning, tí vandi er fyri, at vit fara at verða boykottað. Men landsstýrið sigur, at at tey vilja tvíhalda um okkara rætt til at gagnnýta okkara náttúrutilfeingi burðardygt.

 

 Men í vár er eisini ætlanin at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta grindalógina. Landsstýrismaðurin hevur ikki sagt, hvørjar broytingar, talan verður um. Men Grindamannafelagið hevur ført fram, at tey vilja hava, at alt økið rundan um eina grind SKAL lýsast sum grindaøki, bæði á landi og sjógvi, og í luftini, og óviðkomandi skulu ikki hava atgongd til grindaøki. Í løtuni stendur í lógini, at økið KANN lýsast sum grindaøki.