Nú verður væl lýggjari

Veðurfrøðingurin hjá Miðlahúsinum sigur heilt upp í 14 hitastig hesa vikuna.

Veðurfrøðingurin hjá Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, væntar at tað fer at gerast støðugt lýggjari hesa vikuna, áðrenn kuldin brestur á aftur í vikuskiftinum.

 

Seinnapartin í dag verður gul til stívt andøvsgul, ella 5-10 metrar um sekundi, av útsynningi og vestri. Nakað av avfalli verður í væntu seinnapartin, men tað verður turt út á kvøldið. Hitlagið kemur at vera um fimm til átta stig í dag.

 

Í morgin og ovurmorgin veksur hann nakað um vindin, og hann kemur at liggja millum 8 og upp í 17 metrar um sekundi, men hitin kemur at liggja um átta og heilt upp í 14 stig fríggjadagin.

 

Um vikuskifti brestur kuldin á aftur við kavaælingi, og hitalagið kemur at liggja um eitt til fýra stig.