HB tryggjaði sær í kvøld trý stig í útsetta dystinum á Toftum. Harvið hevur HB 9 stig eftir fýra dystir, og nú verður við spenningi bíðað eftir uppgerð í Gundadali, har HB sunnudagin fær vitjan av KÍ. Klaksvíkingar eru á triðja plássi, og HB er á fjórða plássi. Bæði liðini hava 9 stig, og tað er bara eitt mál, sum skilir partarnar.
Einasta málið skoraði nýggi danski álopsspælarin Jacob Johansson tíðliga í fyrra hálvleiki. B68 misti bóltin frammarlaga í vinstru, og í mótálopinum var tað fyrrverandi B68 spælarin Mohamed Samba, sum úr høgru legði bóltin til nærra stólpa, har Jacob Johansson setti bóltin dygst inn við nærra stólpa.
HB, sum í kvøld var í grøna útivallarbúnanum, var meiri á bóltinum í fyrra hálvleiki, tá ið HB hevði fríska lotið undan, men eftir steðgin leikaði tað javnt á. Tórður Thomsen í B68 málinum bjargaði fleiri ferðir meistarliga, og í hinum endanum vóru toftamenn í seinna hálvleiki í fínum støðum.
Besti møguleikin var, tá ið flatt innlegg kom úr høgru, og Jóhann Hansson Joensen við nærra stólpa royndi at krúlla bóltin í málið. Tað eydnaðist ikki, og toftamenn iðraðu seg, tí aftanfyri Jóhann og fyri púra blonkum máli stóð innskifti Hanus Højgaard klárur at seta bóltin í málið.
-Hetta var ein ordiligur mannfólkadystur. Eg haldi, at tað var undirhaldandi, og tá ið tað verður tikið við, at vindurin darvaði eitt sindur, so haldi eg, at spælið var gott, sigur Teitur Matras Gestsson, HB liðformaðurin, sum fegnast um úrtøkuna.
B68 venjarin Jákup á Borg iðrar seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku:
-Sæð frá mínum sjónarmiði, so haldi eg, at vit høvdu uppiborið at vinna eitt stig, men tað eydnaðist ikki. Eg eri nøgdur við nógv av tí, sum okkara avrikaðu, og hóast vit framvegis hava eitt stig, so haldi eg, at tað í kvøld varð staðfest, at tað býr meiri í liðnum, sigur Jákup á Borg í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpsstøðini.
HB fær sunnudagin vitjan av KÍ, og B68 fer mánakvøldið um eina viku at spæla á heimavølli ímóti 07 Vestur.
B68 – HB 0-1 (0-1)
0-1: Jacob Johansson 9.
Dómari: Bjarki Danielsen
B68: Tórður Thomsen – Aleksandur Ó. Jensen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Jóhann Hansson Joensen, Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen, Villiam Emil Klein – Brian Jakobsen, Bartal Páll Klein
Venjari: Jákup á Borg
HB: Teitur Martas Gestsson – Ási P. Dam, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, Heðin Hansen, Eivind R. Mouritsen – Mohamed Samba, Jacob Johansson, Áki D. Samuelsen