Nýggi løgmaður boðin til Noregs

Norska stjórnin bjóðar komandi løgmanni og einum møguligum oljuráðharra á vitjan í Noregi seinni í ár. Norðmenn ynskja, at føroyingar skulu hava avgreitt val og landstýrissamráðingar, áðrenn ein vitjan verður dagfest.

Úr Oslo:

Jógvan Hugo Gardar


Norska stjórnin ynskir tættari samstarv við føroyingar í samband við menning av eini føroyskari oljuvinnu, og tey vóna, at ein vitjan úr Føroyum seinni í ár kann vera við til at leggja lunnar undir einum tættari sambandi landanna millum.

Edmund Joensen, løgmaður, skuldi havt vitjað í Noregi seinasta heyst hjá fyrrverandi norsku stjórnini undir leiðslu av Thorbjørn Jagland, men veðurlíkindini í Føroyum steðgaðu hesi vitjan. Stjórnarskiftið í Noregi gjørdi, at tað tók nýggju leiðsluni nakað av tíð at seta seg inn í øll viðurskifti. Men nú er norska stjórnin klár til at taka ímóti umboðum fyri Føroya Landsstýri.

? Vegna norsku stjórnina hevur Marit Arnstad, oljumálaráðharri, eina innbjóðing liggjandi klára, sum føroyskir myndugleikar kunnu taka. Best er at bíða til aftaná valið í Føroyum, áðrenn vit leggja nærri ætlanir. Eg rokni við, at løgmaður kann koma til Noregs einaferð í summar, ella kanska nærri heystinum. Vit gleða okkum til at verða vertir fyri løgmanni og hansara ferðalag. Vit gleða okkum til at fáa uppí lag eitt orðaskifti um tað at vera vertsland fyri olju- og gassvirksemi, sigur Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharri.


Hjálpa gjarna

Kjell Magne Bondevik sigur, at Noreg meir enn gjarna hjálpir føroyingum og grønlendingum í samband við, at hesi oyggjalondini standa frammanfyri einum tíðarskeiði, har oljuvirksemi er við at gerast veruleiki.

? Søgulig bond knýta Føroyar, Grønland og Noreg saman. Tí er natúrligt at bæði Føroyar og Grønland royna at fáa uppí lag eitt samstarv við Noreg í samband við, at oljulóggáva og umsiting skal byggjast upp, ið skal umsita menningina av ráevnunum.

?Ynskja norðmenn at vera við í hesum arbeiðinum, og hvat kann Noreg eitt nú gera fyri føroyskan ungdóm ?

? Noreg ynskir at vera við í arbeiðinum sum verður gjørt í Føroyum og í Grønlandi í samband við at londini fyrireika seg til at gerast oljutjóðir. Vit vilja sjálvandi gera tað vit kunnu fyri at uppfylla tey ynski, sum koma. Hetta er galdandi yvirhøvur, og sjálvandi eisini ynski, sum koma um at vera við til, at ungdómar úr bæði Føroyum og Grønlandi kunnu fáa útbúgvingar, sum gera tey betri fyri í samband við tær arbeiðsuppgávur, sum fylgja við oljuvirkseminum, sigur Kjell Magne Bondevik.

Hann leggur afturat, at tey norsku oljufeløgini longu eru virkin bæði í Føroyum og í Grønlandi, og at hesi sjálvandi eisini kunnu vera við til at stuðla vertslondunum við síni vitan.

? Hesi feløgini kunnu vera til hjálp hjá føroyingum við sínum kunnleika og royndum innan landafrøði og tøknifrøði, men ikki minst kunnu tey vera við til at læra føroyingar, hvussu ráevni og umhvørvi kann umsitast í samband við eina oljuvinnu, sigur Kjell Magne Bondevik.