Nýggj bók: Ritlist II

Mikukvøldið 21. juni klokkan 19.00 kanst tú uppliva undirskógin í føroyskum bókmentum.

Lesandi frá Ritlist á Fróðskaparsetrinum og Forlagið Eksil skipa fyri útgávutiltaki, nú RITLIST II: Antologi verður útgivin. Ritlist er partur av BA-útbúgvingini í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya.

 

Í hesi fínu útgávu við fimm smáum ritlingum savnaðir við einum elastikki, hava tey lesandi arbeitt við ymiskum tekstrøddum: ein framtíðardystopisk frásøgn um Føroyar, heimildaryrkingar, goymdar og gloymdar dagbókingar, monologar og stuttsøgur.  

 

Tey, sum skriva eru:

 

Súsanna Tórgarð 

 

Katrin Joensen-Næs 

 

Durita Midjord 

 

Beinir Bergsson 

 

Rannvá Glerfoss 

 

Tað eru Lív Maria Róadóttir Jæger og Kim Simonsen, ið hava ritstjórnað og samskipað útgávuna saman við teimum lesandi.

 

Upplestur verður úr hesum spildurnýggju tekstum í Reinsarínum mikukvøldið 21inda juni klokkan 19.00.

 

---

 

Ritlist II

 

Forlagið Eksil 2023

 

Rættlestur: Sanna Andrassardóttir Dahl

 

Prent: Føroyaprent

 

Sniðgeving: Billa Jenny Jónleifsdóttir

 

Bókin er sett við: Gulim/Batang

 

Kostnaður: 300 kr.