Nýggj bók um gomlu prestagarðarnar

Í dag klokkan 15 verður bókin »Gomlu prestagarðarnir« eftir J. P. Gregoriussen løgd fram í Kringluni í Norðurlandahúsinum

Í dag klokkan 15 verður bókin »Gomlu prestagarðarnir« eftir J. P. Gregoriussen løgd fram í Kringluni í Norðurlandahúsinum.

 

Bókin fevnir um tíðarskeiðið frá trúbótini, har kongsjørð varð løgd til teir sjey prestagjøldini sum samsýning fyri prestagerningin, soleiðis at prestarnar við lántøku sjálvir kundu byggja prestagarðarnar og røkja jørðina. Bókin er ein roynd at lýsa viðurskiftini í landinum í hesum drúgva tíðarskeiði heilt frá trúbótini fram at okkara døgum.”

 

Í bókini eru eisini greinir á føroyskum, donskum og enskum, sum alment lýsa prestagarðarnar sum bóndagarðar og mentanarsetur.