Bókin er bygd á tær eygleiðingar, Kinna hevur gjørt sær sum ummælari og seinni eisini sum kuratorur. Síðan hon skrivaði sítt fyrsta lønta listaummæli í 1996, hevur hon starvast sum fríyrkisummælari í ymsum miðlum, og síðan 2003 hevur hon ummælt og miðlað list aftrat sínum lærarastarvi á Glasi.
Hetta skrivar sprotin.fo.
Hetta tíðarskeiðið hevur hon upplivað stórar samfelagsligar broytingar og sæð, hvussu føroysk myndlist hevur tikið seg fram við risafetum. Hon hevur lýst gongdina við dømum, men hevur ikki fingið alt við, sum hendir innan skapandi økið, ið er sera ríkt – verri enn so. Hon hugsar um minst hundrað skapandi fólk, sum ikki eru við í hesari bókini. Í staðin fyri at skriva um øll, hevur hon miðsavnað seg um nøkur umboð.
Heitið Í EYGNAHÆDD merkir altso ítøkiliga, at bókin er grundað á hennara egnu listaupplivingar, men bendir myndaliga eisini á, at hesar listaupplivingar verða lýstar í eygnahædd – ikki bara við listina, men vónandi eisini við lesaran og samtíðina. Tað er hennara vón, at øll listaáhugað kunnu fáa okkurt burtur úr bókini, sum er býtt upp í tíggju kapitlar við ymiskum evnum.
Lagt verður fyri við eini langari ritroynd um samfelagsligar og mentanarligar hendingar, sum eyðmerkja 21. øld úti og heima. Harnæst verður greitt frá listaligum slóðbrótarum – eldri sum yngri – hvørs árin merkjast langt inn í okkara tíð og um listalig frambrot, sum javnt og samt føra okkum fram á leið. Síðan er ein drúgv viðgerð av listini hjá oman fyri hálvtrýss listafólkum og at enda ein eftirskrift, har tikið verður saman um rák og samtíð.
Til ber at leuta sær á í Reinsaríið í Havn 6. juni kl. 20.30. Tá verður bókin løgd fram. Myndir verða á stórskíggja. Hansins Iversen fer at hugleiða um nútíðarlist, og alt verður ballað inn í góðan tónleik, skrivar sprotin.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.