Nýggj leiðsla og pengar í Sandoy Seafood

Marner Lisberg er nú stjóri í Sandoy Seafood, og Hans Jákup Mikkelsen er nevndarformaður

Marner Lisberg er nú stjóri í Sandoy Seafood, og Hans Jákup Mikkelsen er nevndarformaður

 

Sandoy Seafood broytti í síðstu viku viðtøkur, tá felagið millum annað samtykti at lækka partapeningini við 4,5 milliónum krónum til 0 krónur. Samstundis var partapeningurin hækkaður við 1,32 milliónum krónum til 1,32 milliónir krónur.

 

Hetta varð gørt við at goldnar vóru kontant 660.000 krónur til kurs 333,333 og 660.000 krónur við skuldarumskifti til kurs 333,7195.

 

Innkomin í nevndina eru Rói Egholm í Havn, Magnus Jespersen í Øravík og Hans Jákup Mikkelsen í Havn, sum er nevndarformaður. Hans Jákup Mikkelsen er eisini stjóri í Marine Harvest í Føroyum.

 

Úr nevndini eru farin Bjarki Magnussarsn Magnussen í Húsavík, Marner Lisberg í Trongisvági, sum var nevndarformaður og Kjartan Mohr í Havn.

 

Magnus Jespersen er farin frá sum stjóri. Nýggjur stóri er Marner Lisberg.