Nýggj mátistøð í Føroyum mátar veðrið á sólini


Ein mátistøð, sum nú er sett upp í Føroyum, ger gps-skipanina tryggari.

 

Í seinastu viku settu fólk frá Kartverket í Noregi eina mátistøð upp á Umhvørvisstovuni. 

 

Mátistøðin skal máta sólstormar, sum hava stóra ávirkan á, hvussu neyvir gps’arar.

 

Umhvørvisstovan sigur, at hetta er ein av 12 mátistøðum, sum verða settar upp í norðurhøvum, eitt nú á Svalbard, Bjarnoy, Jan Mayen, í Íslandi, í Føroyum og í Noregi.

 

- Ein sólstormur er ikki eitt ódnarveður, sum her á jørðini.

 

- Av og á økist virksemið á sólini so nógv, at sólin so at siga kann goysa plasma móti jørðini og hetta er tað, vit nevna sólstormar.

 

Magnetfeltið kring jørðina verjir okkum móti sólstormunum, men fylgisveinarnir í ringrás um jørðina, eru ikki vardir á sama hátt.

 

- Tískil órógva sólstormarnir gps-signalið, og hetta merkist serliga, tá ið signalið ferðast ígjøgnum ionisferuna, sum er 50 -1.000 kilometrar uppi.

 

Bæði Skip og flogfør brúka GPS at stýra eftir, og teir sum verða brúktir í bilum, á  telefonum ella til uppmátingar.

 

- Endamálið við tí nýggju mátistøðini, sum nú er uppsett á Umhvørvisstovuni, er at gera gps-skipanina tryggari. Órógvið á gps-signalunum verður mált, fyri at rættingar kunnu sendast út, og harvið gera skipanina tryggari.

 

- Er GPS sambandið svikaligt, er tað eyðsæð, at tað serliga kann koma flogferðsluni í vanda, og tí hava slíkar mátistøðir stóran týdning.

 

Á heimasíðuni  http://sesolstorm.kartverket.no/, ber til at síggja um órógv er á gps-signalum. Enn sæst bert, hvussu viðurskiftini eru í Noregi, men seinni fer eisini at bera til at síggja hetta fyri Føroyar.

 

 Sólstormar vísa seg at vera afturvendandi 11. hvørt ár, og eru í hæddini nú 2013/2014.

 

Tann 13. og 14. mars 1989 vóru sólstormar av álvara. Hetta merktist bæði í Kanada og í Svøríki, har  milliónir av fólki ongan streym høvdu í fleiri dagar. Eini 1500 fylgisveinar fóru av kós, og í øllum heiminum vóru trupulleikar við navigatión og samskifti.

 

Sólstormar gjørdu seg eisini galdandi 19. og 20. november 2003. HF og VHF samskiftið við flogfør, norðan fyri 57°N, varð tá órógvað, stundum so nógv, at tað viðførdi blackout í flogførunum.

 

Flogfør yvir pólarnar máttu tá skifta kós, tí vandi var fyri at ferðafólk blivu ávirkaði av geislingum. Eisini tá fóru fleiri fylgisveinar av kósini, og ein japanskur fylgisveinur fór heilt fyri skeyti.

 

- Órógv kom eisini á telefonsamskiftið, serliga fartelefonir, El-netið varð eisini ávirkað av sólstorminum, sigur Umhvørvisstovan.