Nýggj myndabók við føroyskum klæðum

BÓKAFRAMLØGA Mentanarnáttina verður forkunnug bókaframløga hjá Marjuni Heimá í Steinatúni í Havn.

Tíðindaskriv

 

Við hond, hegni og hjarta er heitið á stásiligari myndabók, har lesarin sleppur at leska sær í einum ótømandi meingi av føroyskum klæðum, sum seymistovan hjá Marjuni Heimá hevur virkað síðstu árini.

 

Vøkru myndirnar eru frá hátíðarligum lívsløtum, har spennandi litsamansetingar og mynstur geva hvørjum einasta setti sín egna, persónliga dám.

 

Bókin, sum er eitt reint kvinnuavrik, er vorðin til í tøttum samstarvi millum nakrar av fremstu handarbeiðskvinnum landsins og dugnaliga fotografin Amy Hansen.

 

Forlagið Mallustova við Ingibjørg Jacobsen hevur samskipað útgávuna saman við Majbritt Marinardóttir Jakobsen, ið eigur og rekur Marjun Heimá. Rigmor Restorff Dam skrivaði tekstin, sum eisini er á enskum, og Eyðbjørg Sigurdsdóttir Andreasen sniðgav bókina.

 

Móttøkan í sambandi við bókaframløguna verður hjá Marjuni Heimá í Steinatúni Mentanarnáttina 6. juni klokkan 19-21. Eisini verða livandi modellir, tónleikur og okkurt gott til góman.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

 

Við hond, hegni og hjarta,

 

196 blaðsíður.

 

Kostnaður 349 kr.