Nýggj skotsk fólkaatkvøða hómast

Skotar fáa møguliga ein nýggjan møguleika at atkvøða um loysing.

 

Tá tjóðartingsval verður í Skotlandi í 2016 verður ein nýggj fólkaatkvøða um loysing eitt av evnunum, ið veljarin skal taka støðu til. Skotski stjórnarflokkurin, loysingarflokkurin Scottish National Party, fer nevniliga upp á val við lyftinum um eina møguliga nýggja fólkaatkvøðu í næstu tingsetu.


Tað upplýsir SNP-leiðarin og skotski stjórnarleiðarin, Nicola Sturgeon, í samrøðu við skotska blaðið The Scottish Herald.


Við blaðið sigur hon, at møguleikin fyri eina nýggja fólkaatkvøðu verður ein partur av valskránni hjá SNP. Fólkaatkvøðan er tó treytan av ymiskum viðurskiftum millum Skotland og bretska ríkið. Hon ynskir tó ikki at nágreina hvørji tey viðurskiftini eru, fyriuttan at úrslitið av bretsku fólkaatkvøðuni um ES-limaskap kann føra til eina skotska fólkaatkvøðu um loysing.


- Okkara valskrá fer at viðgera hvørjar umstøðurnar skulu vera, umframt eina møguliga tíðarlinju fyri nær ein nýggj fólkaatkvøða kann vera hóskandi.


- Síðani er tað fólkið, ið avgerð um tey velja okkara valskrá.


- Fólk, tá tey velja á valinum næsta ár, fara at kenna okkara støðu og hvat okkara sjónarmið er á umstøðurnar, ið gera eina aðra fólkaatkvøðu møguliga.


Hóast skotar søgdu nei til loysing 18. september 2014, 55,3 prosent atkvøddu nei og 44,7 prosent atkvøddu ja, so hevur skotski loysingarflokkurin vunnið alsamt størri stuðul millum skotar síðstu árini.


Á valinum í 2011 fór SNP 12,5 prosent fram og gjørdist størsti flokkur við 45,4 prosent av atkvøðunum. Tað var nokk til at vinna 69 út av teimum 129 tingsessunum. Harvið vann SNP reinan meiriluta í skotska tjóðartinginum.


Til bretska tjóðartingsvalið í 2015, har skotar velja 59 umboð, gekk uppaftur betur. SNP vann nevniliga stórsigur í Skotlandi, tá flokkurin fekk 50 prosent av atkvøðunum og 53 út av 59 sessum. Tað var ein framgongd á 30,1 prosent frá seinasti vali.


Góða gongdin tykist eisini at halda á, tí sambært veljarakanningunum síðstu mánaðirnar, so liggur undirtøkan hjá SNP nú millum 55 og 60 prosent av øllum atkvøðunum.