Nýggj vegleiðing um bygging uttan byggiloyvi

- Listin broytir tó ikki galdandi økisásetingar, byggisamtyktir ella aðrar treytir, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag

Tvøroyrar býráð hevur hin 29. januar í ár samtykt nýggja vegleiðing um arbeiðir, sum kunnu gerast uttan byggiloyvi. 

 

- Samtyktin er grundað á ásetingarnar í BK17, har tað framgongur, at bygging sum meginregla krevur skrivligt loyvi frá kommunala byggimyndugleikanum.

 

- Kommunan hevur nú ásett nærri reglur fyri ávís smærri arbeiðir, sum kunnu fremjast uttan byggiloyvi, treytað av, at galdandi reglur verða yvirhildnar .

 

Á heimasíðuni hjá kommununi - www.tvk.fo - er yvirlit yvir arbeiðir, sum ikki krevja byggiloyvi, og her leitar tú eftir: Bygging sum ikki krevur byggiloyvi 

 

Kommunan leggur tó dent á, at listin ikki broytir galdandi økisásetingar, byggisamtyktir ella aðrar treytir.

 

- Allar ásetingar í byggisamtyktum, skeytum og BK17, skulu framvegis yvirhaldast – herundir eisini reglur um fríøki.

 

Hetta merkir, siga tey í Tvøroyrar kommunu, at einki má byggjast í fríøkjum, hóast arbeiðið annars er fevnt av vegleiðingini.

 

- Somuleiðis skal fráboðast á kommunuskrivstovuni um ætlaða bygging sambært vegleiðingini.

 

Lagt verður aftrat, at um ivamál er, verður mælt til at seta seg í samband við kommunala byggimyndugleikan, áðrenn arbeiðið verður sett í verk.