Nýggja kampingplássið er farið at líkjast

Allir vognarnir, sum pláss nú verður gjørt fyri, fáa atgongd til el, vatn og tøming.

 

Tað er nú farið at líkjast við nýggja kampingplássinum, sum Sands kommuna er í holt við á Sandi. 

 

Beint heimafyri húsið á Munkinum, sum er undirhús og alment wc, hava arbeiðsmenn hjá Finnleifi Fagradal grivið og planerað til fyrsta byggistig av nýggja kampingplássinum.   

 

Í fyrstu syfti ætlar Sands kommuna at brúka umleið helmingin av økinum til kampingvognar, og síðan kann norðasti parturin av lendinum brúkast til tjalding. 

 

Ístaðin fyri at hava eitt avmarkað kampingpláss úti við Munkin við plássi fyri tveimum ella trimum vognum, fær kommunan nú eitt kampingplása, sum rúmar fleiri vognum. 

 

Kommunan eigur lendið norðanfyri verandi kampingøki og norður til nærmastu húsini undir vegnum. Allir vognarnir, sum pláss nú verður gjørt fyri, fáa atgongd til el, vatn og tøming. 

 

Tey, sum koma í kampingvogni ella tjaldi, hava longu atgongd til wc, brúsu og vaskimaskinu í Munkinum. Hesa atgongd hava eisini fólk, sum kundu hugsað sær at vitjað á Sandi í báti.   

 

Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu, sigur, at nýggja kampingplássið verður ikki gjørt til vetrarlegu, tí mett verður ikki, at her er nóg veðurgott. 

- Haraftrat krevur vetrarlega heilt onnur festi, sigur hann. 

 

Sands kommuna tók av einum tilboði hjá Finnleifi Fagradal um grevstur og planering av økinum, og tað er hetta arbeiðið, sum nú verður gjørt á økinum heimanfyri Munkin.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Fólk, sum koma í kampingvogni, tjaldi ella frítíðarbáti, hava longu atgongd til wc, brúsu og køk.