Eftir § 30 í løgtingslóg nr. 61 frá 7. juni 2007 um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar kann Landskassin veita upp til 1/3 av góðkenda byggikostnaðinum í stuðli, tá ið kirkja verður bygd; men ikki fyrr enn landsstýrismaðurin hevur givið endaligt loyvi til byggingina.
– Nú er komið somikið væl á leið við fyrireikingunum, og við at útvega eginfígging, til at byggja nýggjar kirkjur á Glyvrum og á Argjum, at líkindi eru fyri, at landsstýrismaðurin í 2022 ella í 2023 kann fáa tilmæli um at geva endaligt loyvi til fara undir aðra ella báðar verkætlanirnar, stendur í fíggjarlógaruppskotinum.
Kirkjan á Glyvrum er størri og meira krevjandi byggiverkætlan og fer væntandi at kosta millum ein triðing og ein fjórðing meira enn kirkjan Argjum.
Stuðulin í 2023 er til fyrireikingar og projektering. Tá projekteringin er liðug, má støða takast til, nær byggingin verður boðin út, og heimildarlóg um at fíggja bygging av kirkjunum síðani verður løgd fyri Løgtingið.
Játtanin fyri 2023 er 1.980 tús. kr. sum stuðul til fyrireiking og projektering av kirkju á Argjum.
Játtanin fyri 2023 er 2.640 tús. kr. sum stuðul til fyrireiking og projektering av kirkju á Glyvrum.