Nýggja manningin hjá Javnaðarflokkinum á tingi

Fríggjadagin í seinastu viku var fyrsti fundurin hjá nývalda tinginum og samstundis var hetta fyrsti dagur á nýggjum arbeiðsplássi hjá ikki færri enn 15 fólkum

Fríggjadagin í seinastu viku var fyrsti arbeiðsdagurin hjá nývalda løgtinginum og samstundis møttu 12 fólk á nýggjum arbeiðsplássi fyri fyrstu ferð.

Teirra millum vóru fleiri javnaðartingmenn. Hans Pauli Strøm, úr Vestmanna, Katrin Dahl Jacobsen, úr Havn, Dan. R. Petersen, úr Fuglafirði. Kristian Magnussen er, hóast hann sat á tingið seinasta tingskeið, eisini nývaldur fyri Javnaðarflokkin.

Á myndini niðanfyri sæst øll tingmanningin hjá Javnaðarflokkinum, avmyndað uttanfyri tinghúsið í einum steðgi millum fundirnar fríggjadagin