Nýggja matvørulógin viðgerast

Jacob Vestergaard og Bjørn Kalsø fara á almennum tiltaki at føra síni sjónarmið um matvørulógina og føroyskt kjøt fram.

Jacob Vestergaard og Bjørn Kalsø fara á almennum tiltaki at føra síni sjónarmið um matvørulógina og føroyskt kjøt fram.

Innslagið er partur av Landsseyðasýningini hjá Búnaðarstovuni. Fríggjakvøldið 21. novembur verður alment tiltak í samband við at vinnararnir av Landsseyðasýningini verða almannakunngjørdir.

Sýnsmenninir hava verið um landið og hugt at vinnarunum frá lokalu sýningunum og fríggjakvøldið komandi verður vinnarin kunngjørdur.

Eftir at Ari Johannesen hevur víst video av øllum seyðunum, ið hava tikið lut á landsseyðasýningini, fer Oddjó Stovugarð frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at greiða frá, um ridliskriðukanningar.

Síðani fara landsstýrismenninir báðir, Jacob Vestergaard og Bjørn Kalsø at siga sína áskoðan um matvørulógina og føroyskt kjøt.

Eftir hetta fer Ari Johannesen at vísa video av teimum átta seyðunum, ið hava fingið flest stig frá sýnsmonnunum og síðani fer Bjørn Kalsø, landsstýrismaður at handa steyp til vinnararnar.

Tiltakið verður á Búnaðarstovuni 21. novembur klokkan 19.