Nýggja meistaraliðið er á veg í høvuðsstaðin

Fremsta evnið at vera ársins spælari er leikbannaður, tá ið HB fer at royna tað, ið eingin higartil hevur megnað

Útsetti dysturin frá ólavsøkuumfarinum verður á Tórsvølli í kvøld. Luttøkan í Europa var orsøkin til, at ólavsøkudysturin millum HB og KÍ varð útsettur, og hann verður spældur í kvøld.

 

KÍ fyrireikar seg sum nýklækt meistaralið at fara suður í høvuðsstaðin. Har bíðar HB, sum í fjør var meistari, og sum spælir fyri at vinna næstfremsta plássið. KÍ hevur tryggjað sær pláss í europeisku meistarakappingini, og HB hevur tryggjað sær pláss í Conference League næsta summar.

 

Hóast KÍ leygarkvøldið vann FM, so ræður tað um at varðveita fokus á rætta stað, og tað er at vinna næsta dyst. Higartil í ár hava HB og KÍ dystast tvær ferðir. Í fyrra førinum var um reppið, at HB koppaði klaksvíkingum. Tað endaði javnt, og tað var ta ferðina, at Árni Frederiksberg, sum í kvøld er leikbannaður, við rimmar frísparki í evstu løtu javnaði til 2-2. Í dystinum í Gundadali vann KÍ 3-2.

 

Hjá HB er Hørður H. Askham tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður, tá ið HB leygardagin vann 5-0 á heimavølli ímóti B68.

 

Dagfinn Forná fer at bríksla fyri fyrstu ferð klokkan 19, og smáar tveir tímar seinni verður greitt, um fyrrverandi meistaraliðið verður tað fyrsta í ársins landskapping, sum fer at vinna á 2021 meistarunum.