Nýggja ásetingin í § 216, stk. 1 í revsilógini um neyðtøku staðfestir, at samlega við ein persón, sum ikki samtykkir til tað, er neyðtøka.
Sambært ásetingini skal samtykkið vera komið til sjóndar við orðum ella gerðum ella síggjast í tí ítøkiligu støðuni og høpinum. Í hesum liggur, at samtykkið skal vera sjálvboðið og sýna viljan hjá viðkomandi.
– Tað er til dømis ikki sjálvboðið, um gerningsmaðurin hevur noytt annan til samlegu við harðskapi ella hóttan um harðskap, sigur politiið.
Í viðmerkingunum til lógarbroytingina stendur eitt nú, at hildið verður, at broytingin fer at elva til hugburðsbroyting, tí hon varpar ljós á at virða mørkini og frælsið hjá okkara medmenniskjum umframt rættin til at ráða yvir egnum kroppi.
Lógarbroytingin, sum kemur í gildi 1. juni, hevur eisini við sær, at revsingin fyri millum annað neyðtøku í útgangsstøðinum skal herðast.
Í sambandi við, at lógarbroytingin kemur í gildið, hevur Føroya Politi hugt nærri at málum um kynslig brotsverk, sum eru skrásett hjá politinum í tíðarskeiðnum 1. januar 2018 til 25. mars 2022.
Tað eru skrásett í alt 59 lógarbrot við sjálvstøðugum málsnummari. Fleiri lógarbrot kunnu tó undir málsviðgerðini verða knýtt saman í eitt mál, og tí ber ikki til út frá hesum at staðfesta, at talan er um 59 ymiskar gerningspersónar ella 59 ymisk órættað.
Tølini vísa eisini, at flestu lógarbrotini henda í privatum heimum.
– Í flestu førum er hetta heima hjá gerningspersóni ella órættaða. Hetta kann vera ein ábending um, at gerningspersónur og órættaði í nógvum førum kenna hvønn annan, sigur politiið.