Nýggjar samráðingar um uppsjóvarfiskin

Um stutta tíð byrja nýggjar samráðingar um makrelin og sildina, og ES ynskir eitt nýtt býti innan svartkjaftin.

Um stutta tíð byrja nýggjar samráðingar um makrelin og sildina, og ES ynskir eitt nýtt býti innan svartkjaftin.

 

Føroyar standa nú aftur framman fyri einum nýggjum samráðingarumfari innan tey trý uppsjóvar fiskasløgini, makrel, sild og svartkjaft.

 

- Vit mugu jú bara siga, at tað gekk væl við síðstu samráðingar. Vit fingu semju um bæði makrel og sild seinast, og svartkjafturin hevur verið í lagi, sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri.

 

Hann sigur, at ES hevur sett ynski fram um at broyta býtið av svartkjaftinum.

 

- Hartil kemur so, at tað eru nøkurlond, sum ikki vórðu við í sildasemjuni seinast, og tey skulu so plaserast onkursvegna. Tað verið seg Ísland, Grønland og Rusland, sum onkursvegna skulu fáast við í semjuna, sigur Jacob Vestergaard.

 

Makrelkvotan er fín fyri Føroyar.

 

- Spurningurin er so, hvussu silda- og svartkjafta samráðingarnar fara at ganga, sigur Jacob Vestergaard.