Tvær fyrru 1/8 finalur og tveir javnleikir. Tað var úrtøkan í Champions League í kvøld. Anthony Elanga tryggjaði Manchester United ein javnleik í Madrid, meðan Sebastien Haller skoraði í málum endum, tá Benfica og Ajax spældu 2-2.
Atletico Madrid – Manchester United 1-1 (Joao Felix, 7 - Anthony Elanga, 80)
Heimaliðið trýsti frá byrjan og fekk løn longu aftaná sjey minuttir, tá Joao Felix stútaði bóltin í málið til 1-0. Eitt gott innlegg og ikki minni góð renning frá unga Joao Felix, sum stútaði bótlin í stongina og inn.
Manchester United vóru hepnir at bara vera aftanfyri við einum, men í seinna hálvleiki reistust gestirnir úr Onglandi. Tað endaði við, at innskifti Anthony Elanga bleiv spældur leysur og skoraði. Hann hevur víst seg, at verið ein góður maður síðani nýggi venjarin, Ralf Rangnick, tók við. Returdysturin verður á Old Trafford.
Benfica – Ajax 2-2 (Sebastien Haller, 26 sjálvm, Roman Yaremchuk, 72 – Dusan Tadic, 18, Sebastien Haller, 29)
Toppskjúttin í Champions League kappingini higartil, Sebastien Haller, skoraði bæði fyri Ajax – og ímóti. Hann gjørdi nevniliga eisini sjálvmál. Ajax var tvær ferðir á odda, men tað endaði við javnleiki.
Champions League 1/8:
15. februrar:
PSG – Real Madrid 1-0
Sporting – Manchester City 0-5
16. februrar:
Red Bull Salzburg – Bayern Munchen 1-1
Inter Milan – Liverpool 0-2
22. februrar:
Chelsea – Lille 2-0
Villarreal – Juventus 1-1
23. februrar:
Atletico Madrid – Manchester United 1-1
Benfica – Ajax 2-2